top of page

Um evna

Búmerki

 

Evna - "skapa, mynda, gera, smíða, virka, tilevna..."

Navnið ynsktu vit, skuldi vera stutt, og tó lýsa tað vit arbeiða innan og bjóða fram.

 

Búmerkið ímyndar eitt jarn, sum situr í CNC maskinuni, og farvurnar eru tær við kenna aftur frá føroyska flagginum Merkið, ið samstundis sigur at hetta er føroysk framleiðsla.

CNC

 

Evna er ein fyritøka, ið serliga arbeiðir við CNC maskinuni. Hetta er ein maskina, sum kann evna stórar lutir, umframt teir heilt smáu, so sum útskeringar til køkar og gravera bókstavir í træ. M.a. kunnu vit niðurfella vask í borðplátur, fresa útskeringar í frontar og gera ymisk sløg av møblum við maskinuni.

 

CNC maskinan arbeiðir sera neyvt og gevur okkum tí møguleikan, at fáa eitt sera gott avrik.

bottom of page